Einastandandi sjálvløðandi familju-SUV
Rúmliga kabinan, góða sitihæddin og góða útsýnið eru bert nakrar av orsøkunum, ið gera Suzuki S-Cross til fullkomna familjubilin. Kraftmikla S-Hybrid skipanin, ið er sjálvvirkand ger at bilurin antin koyrur uppá el, bensin- ella bæði tvey, fyri at tryggja ta bestu orkuna og minstu nýtsluna.
Fyrimunir við S-Hybrid
Allir Suzuki S-Cross S-Hybrid hava 1,5 Dualjet bensinmotor við 102 hk og140V hybridtøkni og elmotori við 33 hk. Talan er tí um ein kraftmiklan bil, sum samstundis er umhvørvisrættur. S-Hybridtøknin hevur sínar fyrimunir, tí Suzuki S-Cross 1,5 S-Hybrid koyrir nevniliga langt uppá liturin. Mált eftir WLTP-norminum koyrur S-Scross S-Hybrid 19,2 km/l við blandaðari koyring og við býarkoyring er bensinnýtslan máld til heili 21,3 km/l. Battaríið løðir undir koyring og tá bremsað verður. Tískil er ikki neyðugt við løðistøð og káplum, men bilurin er sjálvløðandi El-mototorurin kann við egnari megi koyra bilin upp til 80 km/t. Er battaríið fult løtt, kanst tú við lágari ferð koyra heili 4 km uppá reint el áðrenn bensinmotorurin kemur elmotorinum til hjálpar.
Allgrip 4WD
Suzuki S-Cross fæst eisin við framkomnari Suzuki Allgrip Select 4WD fýrahjólstrekk skipan. Skipanin hevur fýra stillingar, ið tú kanst skifta millum.
Alskyns hentleikar
Sjálvt í bíligasta modellinum (Comfort) fært tú ómetaliga nógv fyri pengarnar. Millum annað LED-framlyktir, virknan ferðpilot, margmiðlaskipan við bakkimyndatólið og sjálvvirkandi neyðbremsu