ONGAR ÓVÆNTAÐAR VERKSTAÐSROKNINGAR
Tín nýggi Suzuki skal sjálvandi viðlíkahaldast eftir teimum fyritreytum, ið settar verða av framleiðara. Bæði orsaka av at bilurin altíð skal vera í fullgóðum koyriklárum standi, men eisini fyri framhalandi at varveita verksmiðjugarantiið.
Tey flestu munnu kenna til at fáa eina óvæntaða verkstaðsrokning og ofta tá ein minst væntar tað. Hesum sleppur tú undan, tá tú hevur teknað Suzuki Service+. Umframt at vera ómakaleys við smáum sjálvirkandi gjøldum, er Suzuki Service+ sera kappingarfør í prísi.
Ein Suzuki Service+ avtala tryggjar tær, at verkstaðsútreiðslurnar koma í eina fasta trygga legu. Útreiðslurnar verða nevniliga spjaddar í fleiri smærri upphæddir, ið eru skræddaraseymaðar til júst tín Suzuki og tína nýtslu.
Fyrimunir við Suzuki Service+
- Ongar óvæntaðar verkstaðsrokningar.
- Útreiðslurnar verða spjaddar í smærri lagalig gjøld.
- Berg Motors tekur sær av at viðlíkahalda tín Suzuki.
- Garantikrøv verða hildin.