sUZUKI VITARA 1,5 s-HYBRID 6aGS
SPYR UM VINNULEASING
-
140V S-Hybrid-tøkni
-
Margmiðlaskipan við bakkimyndatólið
-
Apple CarPlay/Android Auto
-
17" alu-felga
-
LED fram- og baklyktir
-
Sjálvvirkandi neyðbremsuskipan
-
Skeltaminni og virkin ferðpilotur
-
6-trin Auto Gear Shift (6AGS)
Einastandandi sjálvløðandi SUV
Rúmliga kabinan, góða sitihæddin og góða útsýnið eru bert nakrar av orsøkunum, ið gera Suzuki Vitara til fullkomna familjubilin. Kraftmikla S-Hybrid skipanin, ið er sjálvvirkand ger at bilurin antin koyrur uppá el, bensin- ella bæði tvey, fyri at tryggja ta bestu orkuna og minstu nýtsluna.
Fyrimunir við S-Hybrid
Allir Suzuki Vitara S-Hybrid hava 1,5 Dualjet bensinmotor við 102 hk og140V hybridtøkni og elmotori við 33 hk. Talan er tí um ein kraftmiklan bil, sum samstundis er umhvørvisrættur. S-Hybridtøknin hevur sínar fyrimunir, tí Suzuki Vitara 1,5 S-Hybrid koyrir nevniliga langt uppá liturin. Mált eftir WLTP-norminum koyrur Vitara S-Hybrid 19,2 km/l við blandaðari koyring og við býarkoyring er bensinnýtslan máld til heili 21,3 km/l.
Battaríið løðir undir koyring og tá bremsað verður. Tískil er ikki neyðugt við løðistøð og káplum, men bilurin er sjálvløðandi El-mototorurin kann við egnari megi koyra bilin upp til 80 km/t. Er battaríið fult løtt, kanst tú við lágari ferð koyra heili 4 km uppá reint el áðrenn bensinmotorurin kemur elmotorinum til hjálpar.
Allgrip 4WD
Suzuki Vitara fæst eisin við framkomnari Suzuki Allgrip Select 4WD fýrahjólstrekk skipan. Skipanin hevur fýra stillingar, ið tú kanst skifta millum.
Alskyns hentleikar
Sjálvt í bíligasta modellinum fært tú ómetaliga nógv fyri pengarnar. Millum annað LED-framlyktir, virknan ferðpilot, margmiðlaskipan við bakkimyndatólið og sjálvvirkandi neyðbremsu


Rúmligur crossover
Suzuki Vitara er ein stórur crossover, sum sameinir tað besta við einum SUV og einum stationcar. Góð sitihædd, gott útsýni og gott pláss: bæði í kabinu og í viðførisrúmi. Viðførisrúmið er heilar 425 litrar, og hartil eru nógvir goymslulummar runt um í kabinuni. Til dømis kann armpútan stillast, og har eru goymslurúm undir henni. Bæði forsetrini kunnu hæddarstillast.
S-Hybrid og 6-trin Auto Gear Shift (6AGS) er standard
Suzuki Vitara er útgjørdur við kraftmiklari 140V strong-hybridtøkni, sum er ein sammanrenning millum ein 33 hk elmotor og ein 1.5 Dualjet bensinmotori, ið útvegar 102hk. Hendan skipanin viðvirkar til, at Vitaras koyrir longri upp á liturin og minkar um C02-útlátið. Bilurin hevur ein 6-trins Auto gear Shift gearkassa (6AGS), ið tryggjar neyðuga megi og góða komfort. AGS-skipanin virkar í samspæli við elmoturin, ið tryggjar at gearskiftið verður javnt og smidligt.
Strong-Hybridtøknin er standard á øllum S-Hybrid Vitara modellunum, uttan mun til, um tú velur framhjóls- ella fýrahjólstrekk (4WD All Grip Select)












Vil tú vita meira um bilin?
- Ring á 31 35 35
- Skriva til [email protected]
- Kom inn til kaffi & prát á Staravegi 1