Kom við á liðið

Eitt rúmligt arbeiðspláss, har tú mennist, trívist og gert mun.

  • Samskipari til søludeildina

    Samskipari til søludeildina

    Ert tú tann sum bara fær alt at koyra? Og hevur tú góð evni at halda yvirlit, skapa framdrátt saman við øðrum og tryggja, at arbeiðið flytir seg rætta vegin til røttu tíð? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir, sum samskipara til søludeildina hjá Berg Motors. Um starviðSum samskipari verður tú ein

    Les meira

Vit vita, at eitt gott arbeiðspláss byrjar við góðum fólki. Tí leggja vit dent á eitt rúmligt arbeiðsumhvørvi, har tú trívist, mennist og fært møguleikan at brúka tínar dygdir – bæði fakliga og persónliga.

Hjá Berg Motors fært tú ikki bara eitt starv – tú verður partur av einum felagsskapi, har vit arbeiða saman, læra av hvørjum øðrum og brenna fyri at veita framúr tænastu til okkara kundar.

Vit bjóða tær:

  • Spennandi arbeiðsuppgávur innan eitt fjølbroytt bilumhvørvi
  • Nútímans tøkni og kend bilmerki
  • Møguleika fyri fakligari og persónligari menning
  • Eitt sterkt og positivt arbeiðspláss við góðum samstarvi

Kundi tú hugsað tær at arbeitt hjá okkum?
Vit eru altíð áhugað í at hitta nýggj fólk, sum vilja gera mun og vera við til at menna Berg Motors. Hóast starvið júst til tín ikki er lýst leyst, ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn.

Soleiðis gert tú:

Við at senda okkum eina sjálvbodna umsókn, góðtekur tú, at vit goyma tínar upplýsingar í upp til 6 mánaðir. Allar upplýsingar verða sjálvandi handfarnar í trúnaði.