Framkomin verkstaður
Okkara verkstaður er autoriseraður fyri øll okkara bilmerkir. Mekaniski verkstaðurin er útgjørdur við nýggjastu tøkni – eitt nú við teimum mest framkomnu testarunum.
Tænastur
Mekaniskur verkstaður
Á verkstaðnum hava vit alla neyðuga útgerð og tól til at røkja og umvæla bilmerkini, sum vit umboða. Vit taka okkum av øllum – frá mekaniskum arbeiði til tøkniligar dagføringar og annað viðlíkahald. Við royndum starvsfólki og góðum amboðum tryggja vit eina trygga og skilagóða tænastu hvørja ferð.
Plátuverkstaður
Plátuverkstaðið hjá Berg Motors er væl útgjørt til at viðgera allar plátu- og lakkskaðar.
Verkstaðið er góðkent til at umvæla tryggingarskaðar fyri bæði Betri Trygging og TRYGD, og arbeiðið verður altíð framt sambært høgum fakligum krøvum og altjóða standardum. Við royndum starvsfólki og framkomnari útgerð tryggja vit eitt gott úrslit hvørja ferð.
Eykalutir
Goymslan hjá Berg Motors hevur eitt breitt úrval av eykalutum og eykaútgerð til bilmerkini, vit umboða. Hava vit ikki hava vøruna á goymslu, klára vit vanliga at fáa hana heim innan 14 dagar. Umframt eykalutir bjóða vit eisini eitt úrval av øðrum vørum frá okkara samstarvsfeløgum.
Bílegg tíð til verkstað
Útfyll frymilin og vit venda aftur til tín við eini tíð.
Dávid Rasmussen
Verkstaðsleiðari
Mikael Bisp
Goymsluleiðari / Verkstaðsmóttøka