Fyrst verður mett um, at trygt er at koyra bilin. Minni skaðar, t.d. lakkskaðar, forða vanliga ikki fyri koyring. Størri skaðar ella skaði á rútar og lyktir kunnu gera, at bilurin má standa hjá okkum. Er tú í iva, eru vit altíð klár at vegleiða.

Er talan um tryggingarskaða, skalt tú fyrst venda tær til tryggingarfelagið hjá tær og fylla eina skaðafráboðan út. Frá tryggingini fært tú eitt skaðanummar og boð um, at bilurin skal sýnast. Vit eru góðkend at sýna og umvæla tryggingarskaðar. Vit sýna skaðar týsdag og hósdag millum kl. 8.00 og 14.00. Minst til at hava skaðanummarið við tær.

Vit samskifta beinleiðis við tryggingarfelagið, tá skaðin er sýnaður. Tá góðkenning og eykalutir eru klár, seta vit eina tíð av til umvæling.

Verkstaður

Set teg í samband við okkum

Telefon 31 35 35
[email protected]

René Restorff Mouritsen

René Restorff Mouritsen

Leiðari / Lakkerari