Komfort og eginleikar
Við nýggjari innrætting og betri orkunýtslu, livir Boxer upp til øll tíni krøv.
Rúmlig og modulbygd innrætting
Boxer hevur eitt innara rúm upp til 17 m³, eina lastførslu upp til 1.300 kg og fæst í fleiri útgávum. Tú kanst velja millum 6 ymiskar støddir – 3 longdir (L2, L3 og L4) og 3 hæddir (H1, H2 og H3) – við vørurúmi frá 10 m³ til 17 m³. Til serligar uppbygningar fæst Boxer eisini sum chassis við einkiltkabinu í 3 longdum og við dupultkabinu í 2 longdum.
Adaptivur ferðpilotur og trygdarskipanir
Peugeot Boxer er útgjørdur við øllum nýggjastu trygdar- og hjálparskipanunum. Harímillum koyribanasensor, framkomnari neyðbremsu og skiltiltkenning. Adaptivi ferðarpiloturin ger koyringina bæði lætta og trygga, tí hann heldur altíð ein tryggan frástøðu til bilin frammanfyri.