Gear: Aut.

  • Opel Combo

    Opel Combo

    Opel Combo

    Innan

    Við høgum sitiplássi, nógvum goymslurúmi, snøggum stýrifunktiónum og stórari smidligheit hevur kabinan í nýggja Combo Cargo nógv at bjóða. Tú fært somu komfort sum í einari persónbili.

    Koyrikraft

    Combo hevur alt, sum tú hevur tørv á fyri at flyta fyritøkuna frameftir. Combo fæst við einum úrvali av kraftmiklum motorum, og innrættingin hevur hægstu komfort, brúkaravinarligheit og rúmd. Her fært tú ein vørubil við høgari góðsku – við snildum funktiónum og smidligum sniði.

    Trygd og snildar skipanir

    Nýggi Opel Combo er útgjørdur við IntelliLux® Matrix LED-forlyktum* í toppklassa, sum tryggjar besta ljósviðurskifti og sjálvvirkandi myrking, so tú ikki blendar mótkoyrandi ferðsluni. Við 14 einstøkum LED-segmentum og nýggjum sniði tryggjar IntelliLux®, at tú koyrir trygt – uttan mun til veður og ljósviðurskifti. *Treytað av útgersútgávu.

    Útgávur

    Nýggi Combo er sniðgivin til at passa til allar fyritøkur. Hann fæst í tveimum longdum – 4,4 m í standardútgávuni og 4,75 m í longu útgávuni við eyka vørurúmi. Í útgávuni við dupultkabinu er pláss fyri 5 persónum íroknað føraran.

  • Suzuki E-Vitara

    Suzuki E-Vitara

    Suzuki E-Vitara

    Samskiftismiðdepil á ferð

    Sambandið við umheimin verður hildið livandi gjøgnum USB, WI-FI, Bluetooth og dátumodulin í bilinum. Við SUZUKI CONNECT fært tú upplýsingar um løðimøguleikar og veðrið á ferðini – og tú kanst eisini hava atgongd til bilin beinleiðis úr stovuni.

    Suzuki Advance Safety System

    Allar VITARA-útgávur hava fullan trygdarpakka, sum m.a. fevnir um adaptivan ferðpilot, koyribanasensor, ávaring um blindvinklar og tvørgangandi ferðslu, automatiskan neyðbremsu og sjálvvirkandi ljósstilling millum nær- og longljós.

    Tvær battarístøddir

    Suzuki eVITARA fæst í trimum útgávum: Club (49 kWh), Active og Adventure (báðar við 61 kWh). Elmotorurin hevur annaðhvørt 144 ella 174 hestakreftir – og við AllGrip-e 4WD fært tú heilar 184 hk.

    Gott beinpláss og smidligheit

    Setrini aftan eru komfortabul og kunnu flytast 16 cm fram ella aftureftir, alt eftir, um tú hevur brúk fyri meira beinpláss ella meira plássi til bagasju. Miðjarmlenið við koppahaldarum og niðurfeldiliga ryggstykkið (40-20-40) geva eina smidliga lastiloysn – uttan at missa seturpláss.

  • Suzuki Vitara Hybrid

    Suzuki Vitara Hybrid

    Suzuki Vitara Hybrid

    Luksus SUV-kabina

    Í Vitara fært tú infotainment til túrin á einum elegantum 9″ HD-skíggja. Multimediaskipanin, aktivi ferðarpiloturin og telefonsamrøður kunnu lætt og trygt stýrast beinleiðis frá rattinum.

    Nýggj flott multimediaskipan

    Suzuki Vitara er nú útgjørdur við eini nýggjari og flottari multimediaskipan við DAB+ útvarpi, navigatión og einum trykknæmiliga 9″ HD-skíggja.

    Trygdin í hásæti

    Karrosseriið er ment út frá TECT-konseptinum hjá Suzuki, sum við einari bæði lættari og sterkari uppbygging optimerar trygdina hjá ferðafólkunum.

    AllGrip Select – fýrahjólstrekk skipan*

    Skipanin hevur fýra stillingar: Auto, Sport, Snow og Lock, sum tú kanst velja eftir tørvi við at snara lítla snaringarknøttin, ið situr millum framsetrini. *Eykaútgerð

  • Suzuki S-CROSS Hybrid

    Suzuki S-CROSS Hybrid

    Suzuki S-CROSS Hybrid

    Stórur og væl útgjørdur

    Gott pláss og gott útsýni eru nakrar av funkitónunum, sum gera nýggju Suzuki S-Cross til tann fullkomna familjubilin.

    Framúrskarandi standardútgerð

    Suzuki S-Cross fæst í trimum útgávum: Comfort, Active og Adventure. Longu í Comfort-modellinum er útgerðarlistin imponerandi í mun til prísin.

    Gott pláss

    Suzuki S-Cross er ein stórur og rúmligur familju-SUV, ið imponerar við einum stílføgrum og eyðkendum útsjóndi, framkomnari trygdarútgerð og flottari innrætting við nógvum snildum funksjónum.

    Útgerð við hægsta standardi

    Sjálvt í bíligastu útgávuni av S-Cross fært tú ótrúliga nógv útgerð fyri pengarnar. Til dømis framkomna trygdarútgerð sum automatiska neyðbremsu, aktiva ferðarpilot og skiltekenning. Eisini eru multimediskipan, bakkikamera og LED-ljós framman og aftan við í standardútgerðini.

  • FIAT Scudo

    FIAT Scudo

    FIAT Scudo

    Magic Cargo

    Við snildugu Magic Cargo kann lastiøkið longjast upp í 3,67 m í standardútgávuni og upp í 4,02 m í maxi-útgávuni.

    Infotainment

    Doblò hevur sambindingarmøguleikar og infotainment-tøkniloysnir, sum hjálpa tær at loysa dagligar arbeiðisavbjóðingar so effektivt sum til ber.

    Fjølbroyttur, rúmligur og smidligur.

    Ymisku stillingarnar av setrum og róðri, eins og koyristøðan, eru sum í einum persónsbili og geva mesta møguliga komfort, eisini á longum túrum.

    Upp til 13 trygdarskipanir.

    Nýggi Scudo hevur nógvar tøkni­loysnir, sum stuðla tær undir koyring og tryggja, at túrurin verður so tryggur sum gjørligt.

  • FIAT Dobló-e Vørubilur

    FIAT Dobló-e Vørubilur

    FIAT Dobló-e Vørubilur

    MAGIC CARGO

    Við tí moduleraða Magic Cargo-innrættingarskipanini hevur Doblò eina lastilongd upp til 3,09 m og eitt lastirúm upp til 3,8 m³.

    INFOTAINMENT

    Doblò hevur sambindingarmøguleikar og infotainment-tøkni, sum hjálpir tær at loysa dagligar arbeiðisavbjóðingar so skilagott sum til ber.

    Fjølbroytt og smidligt førarahús.

    Alt innan í nýggja Fiat Doblò er tillagað eftir tínum tørvi.

    Praktisk miðjukonsol.

    Tráleys telefonløðing.

  • FIAT Dobló Vørubilur

    FIAT Dobló Vørubilur

    FIAT Dobló Vørubilur

    MAGIC CARGO

    Við moduleraða Magic Cargo-innrættingarskipanini hevur Doblò eina lastilongd upp til 3,09 m og eitt lastirúm upp til 3,8 m³.

    INFOTAINMENT

    Doblò hevur sambindingarmøguleikar og infotainment-tøkni, sum hjálpir tær at loysa dagligar arbeiðisavbjóðingar so skilagott sum til ber.

    Fjølbroytt og smidligt førarahús.

    Alt innan í nýggja Fiat Doblò er tillagað eftir tínum tørvi.

    Praktisk miðjukonsol.

    Tráleys telefonløðing.

  • Fiat Grande Panda

    Fiat Grande Panda

    Fiat Grande Panda

    Kompaktur við nógvum plássi

    Upp til 4 metrar longd innan

    Djarvt og sjónligt snið

    17″ diamantskornar alu-felgur.

    Sjónligur C-stólpi

    4 bókstavir verða til 4 strikur.

    Funksjonell miðjukonsol

    Tráðleys telefonløðing.

    Íblástur frá okkara søgu

    Tað ber til at koyr allastaðni við flottum Panda-stíli!

    Panda

    Detaljur, sum vekja ans.

    Pixel LED-framljós

    Framtíðar-snið.

    100% elektriskur

    Upp til 320 km (smb. WLTP)

  • Opel Movano

    Opel Movano

    Opel Movano

    Online skipanir

    Við nýggja Movano fært tú betrað um orkunýtslu á hvørjum koyritúri. Hetta er ikki bara at takkað dieselmotorunum fyri, men eisini teimum framkomnu online- og navigatiónsskipanunum, sum gera arbeiðsdagin nógv lættari fyri teg.

    Bygdur til at klára krevjandi uppgávur við góðum úrsliti

    Stóra vørurúmið, sum hevur lættari atgongd gjøgnum breiðu hurðaopningarnar og við rúmd upp til 17 m³*, tryggjar, at tú ert klárur til sjálvt tær størstu uppgávurnar. *Treytað av útgerðarstøði.

    Lastmegi

    Nýggi Movano hevur imponerandi og kappingarføra lastmegi upp til 2 tons* og eina dráttarmegi upp til 3 tons*. Við 4 ymiskum samlaðum vektstigum – frá 3 upp til 4,2 tons* – bjóðar hesin vørubilur nógvar møguleikar og framúr góða orku. *Treytað av útgerðarstøði.

    Motorar sum passa til tín tørv

    Við nýggja Movano kanst tú sjálv/ur velja, hvør drivlinja hóskar best til tín tørv.

  • Opel Vivaro van

    Opel Vivaro van

    Opel Vivaro van

    Altíð á rætta kós

    Við nýggja Vivaro fært tú mest burturúr hvørjum túri. Tær orkusniltu og kraftmiklu motorarnir saman við navigatiónsmøguleikum og OpelConnect-tænastunum, tryggja, at tú og títt toymi altíð eru á røttari kós.

    Motorar og gearkassar

    Tú kemur langt við einum tanga av teimum kraftmiklu Euro 6.4-dieselmotorunum við upp til 180 hestar*.** Tú ert tryggjaður mest møguliga orkunýtslu og kanst velja millum smidligar manuellar ella automatiskar gearkassar. * Treytað av útgerðarstøði.

    Snildir goymslumøguleikar

    Nýggi Vivaro bjóðar serliga lastsmidligheit í einum kompaktum sniði, takkað verið snildum funktiónum sum FlexCargo®*, tvær skúvudyrrar* og handfríari atgongd*. Hetta ger arbeiðið enn meira effektivt og lætt. * Treytað av útgerðarstøði.