Slag: Persónbilur

  • Fiat Grande Panda

    Fiat Grande Panda

    Fiat Grande Panda

    Kompaktur við nógvum plássi

    Upp til 4 metrar longd innan

    Djarvt og sjónligt snið

    17″ diamantskornar alu-felgur.

    Sjónligur C-stólpi

    4 bókstavir verða til 4 strikur.

    Funksjonell miðjukonsol

    Tráðleys telefonløðing.

    Íblástur frá okkara søgu

    Tað ber til at koyr allastaðni við flottum Panda-stíli!

    Panda

    Detaljur, sum vekja ans.

    Pixel LED-framljós

    Framtíðar-snið.

    100% elektriskur

    Upp til 320 km (smb. WLTP)

  • Opel Zafira-e

    Opel Zafira-e

    Opel Zafira-e

    Panorama glastak

    Stóra panoramaglastakið* í nýggja Zafira Electric skapar ein hugnaligan stemning. Um sólin verður ov sterk, kann sólverjan lættliga dragast fyri. *Treytað av útgerðarstøði.

    Premium komfort

    Setrini framman við innbygdari massagefunktión* eru luksus á høgum stigi og tryggja eina avslappandi koyritúr – líka mikið, hvussu nógv er á skránni. Tú situr heitt og gott í teimum komfortablu setrunum við seturhita*. *Fæst bert saman við leðursetrum.

    Sjálvvirkandi klimaskipan

    Við tvey-sonu klimaskipanini* kunnu bæði førarin og ferðafólkini frammi- og afturi velja sínar egnu hitastillingar. *Treytað av útgerðarstøði.

    ELEKTRISKAR HURÐAR

    Breiðu, elektrisku síðuskúvudyrrarnar* gera tað lætt og smidligt at koma til aftursetrini. Við topphongdu baklúkuni er tað eisini lætt at lasta í og úr bilinum. *Treytað av útgerðarnivá

    100% ELEKTRISKUR

    Hóast støddina er tryggjar Zafira Electrickoyristrekki upp til 350 km*. Takkað verið nýmótans elmotorini koyrir Zafira Electric næstan uttan nakað ljóð. *Ávirkast av koyristíli, ferð, veðri og val av útgerð

    E-INFO

    Avanseraðir sensorar og skipanir halda eyga við bilinum og geva tær eitt gott yvirlit – við upplýsingum um støðuna á bilinum, orkunýtslu og eftirverandi koyristrekki.

  • Opel Grandland Electric

    Opel Grandland Electric

    Opel Grandland Electric

    Multimedialoysnir

    10” touchskíggi við litvísing og 10” upplýsingaskíggi til føraran, Bluetooth®, tráðleyst Apple CarPlay og Android Auto.

    Intelli-Seats við framúrskarandi komfort

    Í bæði Edition- og GS-útgávunum eru setrini útgjørd við einari miðjukanal, sum minkar um trýstið á niðara partin av rygginum. GS-setrini, sum hava handliga 10-vegs stilling, eru AGR-góðkend og fáast við longdari seturpútu, 4-vegs stillingum, høvdapúta og lendarstillan.

    Koyrilongd upp til 580 km*

    Motorurin við 210 hestakreftum og skjótari akseleratión upp á 345 Nm gevur tær nógva koyrigleði. *Galdandi fyri Long Range-modellin. Væntast at vera tøkur síðst í 2025. *Treytað av koyristíli, ferð, veðri og útgerð.

    Edge Lighting-ljósskipan

    Grandland er sniðgivin við serligu Edge Lighting-ljósskipanini – heilt uttan skaðiligt krom. Prentaða modellheiti, hurðasniðið og klæðningurin úr endurnýttum tilfari eru dømi um, hvussu Opel hugsar umhvørvisvinaligt snið og ábyrgd.

  • Opel Frontera

    Opel Frontera

    Opel Frontera

    Elektriskur SUV

    Frontera er ein lítil, rúmligur SUV, sum sameinar funktiónalitet, snildar loysnir, ergonomi og flott snið. Nýggi Opel Frontera fæst bæði sum elbilur og við 48-volt hybridtøkni.

  • Citröen ë-Berlingo

    Citröen ë-Berlingo

    Citröen ë-Berlingo

    Koyr við e-Routes – uttan at stúra

    Optimera túrin við e-Routes appini, sum metir um koyrirekki bilsins og vísir næstu løðistað á leiðini.

    Longri røkki og størri frælsi

    Elektriski motorurin við 136 HK tryggjar eina behagliga koyriuppliving – bæði til stuttar og langar túrar. Koyrirekkin er heilt upp til 345 km sambært WLTP*. *Treytast av útgerðarstøði.

    Lætt løðing

    ë-Berlingo kann skundløðast (DC) við upp til 100 kW – frá 0 til 80% uppá 30 minuttir.

  • Citroën ë-C3 Aircross

    Citroën ë-C3 Aircross

    Citroën ë-C3 Aircross

    Løtt løðing

    ë-C3 Aircross kann løðast úr 20% upp í 80% upp á niður í 26 minuttir við eini mesta løðieffekt upp á 100 kW DC (umleið 100 km upp á 10 minuttir). Við eSolutions-appini fært tú atgongd til meira enn 600.000 almennar løðistaðir kring alt Evropa.

    Koyr uttan trupulleikar við e-Routes

    Við e-Routes-appini kanst tú økja um elektrisku koyringina við at fáa vegleiðing um ta mest orkusnildu leiðina – grundað á tín koyristíl og battarístøðið. Finn næsta løðistað á leiðini og koyr víðari – uttan stress.

    Meira røkki – meira frælsi

    Elmotorurin við 113 hk / 83 kW er idealur til bæði dagliga koyring og longri túrar. 44 kWh-battaríið tryggjar eitt koyristrekki upp til 300 km* (*WLTP-góðkenning er í viðgerð)

  • Peugoet E-5008

    Peugoet E-5008

    Peugoet E-5008

    Megi og snildni í hvørjum smáluti

    Grand SUV E-5008 sameinir kraft og snið við einastandandi tøkni. Hvør smálutur er hugsaður til fullnar – frá køliristini framman við innbygdum búmerki til LED-ljós og serstakar aluminiumslitir.

    Nýtt Panoramic i-Cockpit

    Panoramic i-Cockpit gevur eina framúr góða uppliving við 21″ HD-skíggja (GT) ella tveimum 10″ skíggjum (Allure), sum stýra ferð, loftviðurskiftum og miðlum.

    Frælsi uttan mørk

    Elektrisk styrki við upp til 500 km koyristrekki og skjótari DC-ladding upp til 160 kW.

    Pláss, komfort og lætt atgongd

    Pláss og fleksibilitetur til 7 fólk, rúmligt bagasjurúm (upp til 1.815 l) og skjótt atgongd til triðju seturrøð – perfekt til bæði familju og frítíð.

  • Peugeot E-2008

    Peugeot E-2008

    Peugeot E-2008

    Peugeot i-Cockpit

    Sermerkta i-Cockpit sniðið fevnir um eitt lítið og smidligt ratt, eina 3D holografiska* digitala instrumenttavlu, sum tú kanst stilla, ein 10” HD touchskíggja** og elegantar “piano-knøttar”. * Treytað av útgerð ** Treytað av útgávu

    Bagasjurúm við eyka plássi

    Bagasjubotnur við 2 stillingarstigum er lættur at brúka. Tá ið aftara setrini verða feld niður, fært tú ein heilt slættan botn og eitt bagasjurúm upp til 1.467 litrar.

    Føraassistantsskipanir

    PEUGEOT Drive Assist Plus* – Parkeringshjálp við nýggjum HF-kameraum framman og aftan og 360° yvirliti** – Blindvinklaaðvísari – Sjálvvirkandi skift millum nær- og longljós** * Treytað av útgerð ** Treytað av útgávu.

    Advanced Grip-Control

    Sandur ella kava – uttan mun til hvørjum vegi, tú koyrir á, tryggjar Advanced Grip Control* í Peugeot 2008, at tú altíð hevur gott vegfesti. Og tá tú koyrir oman brattar brekkur, hjálpir Hill Assist Descent Control við at stýra ferðini. * Treytað av útgerð.

  • Peugeot 208

    Peugeot 208

    Peugeot 208

    Trygd í hásæti

    Drive Assist*, adaptivur ferðarpilotur og koyribanasentrering tryggja eina trygga og lætta koyriuppliving. 260° HD-kamera* við grafiskari vísing og ljóðboðum gera tað ómakaleyst at parkera. * Treytað av útgerð.

    Sermerkt i-Cockpit

    Uppliv einstaka Peugeot i-Cockpit. Tað fevnir um eitt kompakt ratt, eina 3D digitala instrumenttavlu, ein 10” HD touchskíggja og elegantar vipuknøttar.

    Talgilt instrument

    Tann tillagandi, digitala instrumenttavlan við 2D- ella 3D-skíggja vísir tær allar týdningarmestu koyriupplýsingarnar.

  • JAC e-30X

    JAC e-30X

    JAC e-30X

    Behagilig setur

    Setrini í JAC E30X eru sniðgivin at geva mest møguligan stuðul, við stillimøguleikum sum laga seg eftir tínum ynskjum.

    310 litrar bagasjurúm

    Rúmligt bagasjurúm á 310 litrar, sum gevur tær gott pláss til daglig innkeyp, ferðagóðs ella útgerð til vikuskiftistúrarnar. Við 60:40 niðurfeldiligum aftursetrum, fært tú eisini ta smidligheit, tú hevur tørv á, fyri at laga rúmið eftir tørvi.

    Infotainment

    Stóri 15,6″ infotainmentskíggin í JAC E30X gevur tær alt á einum stað. Touchskíggin gevur tær lætta atgongd til navigatión, tónleik og snildar sambindingarmøguleikar við tráðleysum Apple CarPlay og Android Auto.

    Battarí og løðing

    JAC E30X hevur battaríkapasitet upp til 51,5 kWh. Heima kann hann løðast við upp til 11 kW, og við skjótløðing kanst tú løða frá 30–80 % upp á umleið 45 minuttir. CCS-løðari er standard. Hann koyrur upp til 374km uppá eina løing (smb. WLTP)