Slag: Persónbilur

  • Subaru Outback

    Subaru Outback

    Subaru Outback

    Trygt førarumhvørvi

    Outback er sniðgjørdur við tí fyri eygað, at førarin skal hava so gott útsýnið sum tilber. Outback hevur eitt einfalt føraraumhvørvi, sum er eitt greitt dømi um trygdarhugburðin hjá Subaru.

    Meira funktión, meira trygd

    Subaru Outback er sniðgivin við føraranum og teimum ferðandi í huga. Ein yndisbilur millum virknar familjur, ið vilja hava høga trygd, góðan komfort, og við helst heimsins besta All-Wheel-Drive kemur tú altíð vegin fram.

  • Subaru Solterra

    Subaru Solterra

    Subaru Solterra

    Praktiskur

    Ein Subaru er praktisk bæði í gerandisdegnum og frítíðini. Solterra hevur eitt rúmligt, praktiskt og brúkaravinarligt bagasjurúm við gólv í tveimum stillingum: eitt høgt eitt lágt fyri eyka viðførisrúm.

    Kommando & stýring

    Cockpituppsetingin í Solterra umboðar sniðfilosofiið hjá Subaru: Sjónligleiki, einfaldleiki og brúkaravinarlag. Týðandi upplýsingar til trygga koyring verða vístar á einum lágsettum instrumentpaneli og einari konsol við høgum sjónligleika

  • Suzuki E-Vitara

    Suzuki E-Vitara

    Suzuki E-Vitara

    Samskiftismiðdepil á ferð

    Sambandið við umheimin verður hildið livandi gjøgnum USB, WI-FI, Bluetooth og dátumodulin í bilinum. Við SUZUKI CONNECT fært tú upplýsingar um løðimøguleikar og veðrið á ferðini – og tú kanst eisini hava atgongd til bilin beinleiðis úr stovuni.

    Suzuki Advance Safety System

    Allar VITARA-útgávur hava fullan trygdarpakka, sum m.a. fevnir um adaptivan ferðpilot, koyribanasensor, ávaring um blindvinklar og tvørgangandi ferðslu, automatiskan neyðbremsu og sjálvvirkandi ljósstilling millum nær- og longljós.

    Tvær battarístøddir

    Suzuki eVITARA fæst í trimum útgávum: Club (49 kWh), Active og Adventure (báðar við 61 kWh). Elmotorurin hevur annaðhvørt 144 ella 174 hestakreftir – og við AllGrip-e 4WD fært tú heilar 184 hk.

    Gott beinpláss og smidligheit

    Setrini aftan eru komfortabul og kunnu flytast 16 cm fram ella aftureftir, alt eftir, um tú hevur brúk fyri meira beinpláss ella meira plássi til bagasju. Miðjarmlenið við koppahaldarum og niðurfeldiliga ryggstykkið (40-20-40) geva eina smidliga lastiloysn – uttan at missa seturpláss.

  • Suzuki Vitara Hybrid

    Suzuki Vitara Hybrid

    Suzuki Vitara Hybrid

    Luksus SUV-kabina

    Í Vitara fært tú infotainment til túrin á einum elegantum 9″ HD-skíggja. Multimediaskipanin, aktivi ferðarpiloturin og telefonsamrøður kunnu lætt og trygt stýrast beinleiðis frá rattinum.

    Nýggj flott multimediaskipan

    Suzuki Vitara er nú útgjørdur við eini nýggjari og flottari multimediaskipan við DAB+ útvarpi, navigatión og einum trykknæmiliga 9″ HD-skíggja.

    Trygdin í hásæti

    Karrosseriið er ment út frá TECT-konseptinum hjá Suzuki, sum við einari bæði lættari og sterkari uppbygging optimerar trygdina hjá ferðafólkunum.

    AllGrip Select – fýrahjólstrekk skipan*

    Skipanin hevur fýra stillingar: Auto, Sport, Snow og Lock, sum tú kanst velja eftir tørvi við at snara lítla snaringarknøttin, ið situr millum framsetrini. *Eykaútgerð

  • Suzuki S-CROSS Hybrid

    Suzuki S-CROSS Hybrid

    Suzuki S-CROSS Hybrid

    Stórur og væl útgjørdur

    Gott pláss og gott útsýni eru nakrar av funkitónunum, sum gera nýggju Suzuki S-Cross til tann fullkomna familjubilin.

    Framúrskarandi standardútgerð

    Suzuki S-Cross fæst í trimum útgávum: Comfort, Active og Adventure. Longu í Comfort-modellinum er útgerðarlistin imponerandi í mun til prísin.

    Gott pláss

    Suzuki S-Cross er ein stórur og rúmligur familju-SUV, ið imponerar við einum stílføgrum og eyðkendum útsjóndi, framkomnari trygdarútgerð og flottari innrætting við nógvum snildum funksjónum.

    Útgerð við hægsta standardi

    Sjálvt í bíligastu útgávuni av S-Cross fært tú ótrúliga nógv útgerð fyri pengarnar. Til dømis framkomna trygdarútgerð sum automatiska neyðbremsu, aktiva ferðarpilot og skiltekenning. Eisini eru multimediskipan, bakkikamera og LED-ljós framman og aftan við í standardútgerðini.

  • Fiat Grande Panda

    Fiat Grande Panda

    Fiat Grande Panda

    Kompaktur við nógvum plássi

    Upp til 4 metrar longd innan

    Djarvt og sjónligt snið

    17″ diamantskornar alu-felgur.

    Sjónligur C-stólpi

    4 bókstavir verða til 4 strikur.

    Funksjonell miðjukonsol

    Tráðleys telefonløðing.

    Íblástur frá okkara søgu

    Tað ber til at koyr allastaðni við flottum Panda-stíli!

    Panda

    Detaljur, sum vekja ans.

    Pixel LED-framljós

    Framtíðar-snið.

    100% elektriskur

    Upp til 320 km (smb. WLTP)

  • Opel Combo-e Life

    Opel Combo-e Life

    Opel Combo-e Life

    IntelliGrip

    Snilda IntelliGrip-skipanin* tillagar seg eftir torførum koyritreytum, so sum leir, sand ella kava, og fæst við fimm ymiskum koyrimóðum. *Fæst sum eykaútgerð.

    Aftursetur, ið kunnu fellast hvør í sær

    Vel millum eitt praktiskt 40/60 del setur aftan ella 3 einstøk aftursetur*, hvørt við standard Isofix-festing til barnastól. So kanst tú tryggja, at børnini koma trygt og gott frá A til B. *Treytað av útgerð.

    Bakkikamera

    180° víðlinsaða Panoramic bakkikamerað* vísir umhvørvið rundan um bilin á 8” touchskíggjanum. Virtuellu hjálparlinjurnar á skíggjanum ger tað einfaldari og tryggari tá bakkað verður. *Fæst sum eykaútgerð.

    Panorama-soltak

    Fantastisk útsýni við panorama takinum við goymslu* og elektriskari sólgardinu. LED-ljós í flótandi goymslurúminum skapa eina avslappandi stemning í kabinuni. *Fæst sum eykaútgerð.

  • Opel Zafira-e Life

    Opel Zafira-e Life

    Opel Zafira-e Life

    Panorama glastak

    Stóra panoramaglastakið* í nýggja Zafira Electric skapar ein hugnaligan stemning. Um sólin verður ov sterk, kann sólverjan lættliga dragast fyri. *Treytað av útgerðarstøði.

    Premium komfort

    Setrini framman við innbygdari massagefunktión* eru luksus á høgum stigi og tryggja eina avslappandi koyritúr – líka mikið, hvussu nógv er á skránni. Tú situr heitt og gott í teimum komfortablu setrunum við seturhita*. *Fæst bert saman við leðursetrum.

    Sjálvvirkandi klimaskipan

    Við tvey-sonu klimaskipanini* kunnu bæði førarin og ferðafólkini frammi- og afturi velja sínar egnu hitastillingar. *Treytað av útgerðarstøði.

    ELEKTRISKAR HURÐAR

    Breiðu, elektrisku síðuskúvudyrrarnar* gera tað lætt og smidligt at koma til aftursetrini. Við topphongdu baklúkuni er tað eisini lætt at lasta í og úr bilinum. *Treytað av útgerðarnivá

    100% ELEKTRISKUR

    Hóast støddina er tryggjar Zafira Electrickoyristrekki upp til 350 km*. Takkað verið nýmótans elmotorini koyrir Zafira Electric næstan uttan nakað ljóð. *Ávirkast av koyristíli, ferð, veðri og val av útgerð

    E-INFO

    Avanseraðir sensorar og skipanir halda eyga við bilinum og geva tær eitt gott yvirlit – við upplýsingum um støðuna á bilinum, orkunýtslu og eftirverandi koyristrekki.

  • Opel Grandland Electric

    Opel Grandland Electric

    Opel Grandland Electric

    Multimedialoysnir

    10” touchskíggi við litvísing og 10” upplýsingaskíggi til føraran, Bluetooth®, tráðleyst Apple CarPlay og Android Auto.

    Intelli-Seats við framúrskarandi komfort

    Í bæði Edition- og GS-útgávunum eru setrini útgjørd við einari miðjukanal, sum minkar um trýstið á niðara partin av rygginum. GS-setrini, sum hava handliga 10-vegs stilling, eru AGR-góðkend og fáast við longdari seturpútu, 4-vegs stillingum, høvdapúta og lendarstillan.

    Koyrilongd upp til 580 km*

    Motorurin við 210 hestakreftum og skjótari akseleratión upp á 345 Nm gevur tær nógva koyrigleði. *Galdandi fyri Long Range-modellin. Væntast at vera tøkur síðst í 2025. *Treytað av koyristíli, ferð, veðri og útgerð.

    Edge Lighting-ljósskipan

    Grandland er sniðgivin við serligu Edge Lighting-ljósskipanini – heilt uttan skaðiligt krom. Prentaða modellheiti, hurðasniðið og klæðningurin úr endurnýttum tilfari eru dømi um, hvussu Opel hugsar umhvørvisvinaligt snið og ábyrgd.

  • Opel Frontera

    Opel Frontera

    Opel Frontera

    Elektriskur SUV

    Frontera er ein lítil, rúmligur SUV, sum sameinar funktiónalitet, snildar loysnir, ergonomi og flott snið. Nýggi Opel Frontera fæst bæði sum elbilur og við 48-volt hybridtøkni.